Úrslitið fór upp um milliardina í fjør

Úrslitið fór upp um milliardina í fjør
Rakstrarúrslitið gjørdist ein milliard og ein millión krónur í 2015, kunnger Bakkafrost í morgun
Avlopið eftir skatt hjá Bakkafrosti var í 2015 810 milliónir krónur, ið er tað besta higartil
 
24.02.2016 - 08:11

Eftir skatt verður avlopið 810 milliónir krónur, sum er tað besta higartil hjá Bakkafrosti. Tað var 647 milliónir í 2014. Bakkafrost gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í fjør.

Størsta íløgan er kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka, sum verður liðugt í ár. Ein onnur stór íløga í fjør er smoltstøðin á Viðareiði.

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 391 milliónir krónur við ársenda 2015. Hon var slakar 160 milliónir minni árið fyri.

SÍ EISINI Bakkafrost framvegis framgongd

Bakkafrost endurfíggjaði bankalánini í desember í fjør, tá nýggj fimm ára lánsavtala varð gjørd. Bakkafrost hevði 890 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2015.

Tá var solvensurin hjá Bakkafrosti 66 prosent. Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrosti 8. apríl fer nevndin at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Hetta gevur 403 milliónir krónur í vinningsbýti. 4.300 partaeigarar í 22 londum eru í Bakkafrosti. Størsti parturin, góð 26 prosent, er í Føroyum, 22 prosent eru í Bretlandi og sløk 19 prosent eru í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974