Hann kann fáa bókmentavirðislønina 2016

Hann kann fáa bókmentavirðislønina 2016
Carl Jóhan Jensen kann fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2016 fyri skaldsøguna "Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik"
Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, "Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik", er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
 
03.03.2016 - 15:58

Skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, "Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik", er føroyska uppskotið til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Rithøvundafelagið sigur í grundgevingini fyri tilnevningina, at bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild.

Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari. Hetta er fimtu ferð, at Carl Johan Jensen er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandasráðsins.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Ja, ja so so er tað kunngjørt... fyri lesarum og hvørjum dylhøvdi sum er... úti sum heima...skaldsøgan "Eg síggi teg...

Posted by Carl Jóhan Jensen on 3. mars 2016

Anna Mattsson hevur týtt bókina til svenskt í sambandi við tilnevningina. Norðurlendsku stjórnirnar stovnaðu Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1961.

Norðurlandaráðið letur virðislønina hvørt ár. Hon hevur síðan 1995 verið 350.000 danskar krónur.

Higartil hava bara tveir føroyingar fingið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, William Heinesen fekk hana í 1965 fyri Det gode håb og Rói Patursson fekk hana í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329