Her fer arbeiðsloysið í Noregi at raka meint

Her fer arbeiðsloysið í Noregi at raka meint
Oljufylkið Rogaland verður harðast rakt av arbeiðsloysi, vísa framrokningar, sum norska arbeiðsloysisskipanin, NAV, hevur kunngjørt
Rogaland í Noregi verður harðast rakt av arbeiðsloysi, er metingin hjá NAV, norsku arbeiðsloysisskipanini. Á myndini, býurin Tau við umleið 3.000 íbúgvum
Mynd: Wikimedia Commons  
 
04.03.2016 - 11:04

Sambært NAV, arbeiðsloysisskipanini í Noregi, fer arbeiðsloysið at vaksa næstu mánaðirnar og móti ársenda í ár. skrivar heimasíðan petro.no

Næsta ár minkar arbeiðsloysið aftur, vísir framrokningin, men ikki meira enn, at miðalarbeiðsloysið í 2017 kortini verður sindur størri enn miðal í ár.

Í fjør vóru í miðal 80.600 arbeiðsleysir norðmenn. Í ár metir NAV, at talið á arbeiðsleysum í Noregi kemur upp í 91.000 og næsta ár 92.000.

Vænta gongdin broytist í 2017

- Vit rokna við, at tað fer venda í 2017 í flestu pørtum av landinum, men tað kann taka longri tíð, sigur Sigrun Vågeng, arbeiðs- og vælferðarstjóri.

Sambært seniorráðgevanum hjá NAV, Johannes Sørbø, sum er ein teirra, ið hevur gjørt framrokningarnar, eru metingarnar sindur hægri enn tær vóru í fjør heyst.

Orsøkin til størru tølini er lági oljuprísurin, og at útlit eru fyri færri íløgum í oljuvinnuna, skrivar tíðindastovan NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804