Trump hóttir heimsfriðin

Trump hóttir heimsfriðin
Donald Trump, forsetavalevni í USA, hóttir heimsfriðin og búskaparligu vælferðina, heldur týski varakanslarin
Ríkmaðurin Donald Trump, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA, hóttir friðin og búskaparliga vælferð, heldur týski varakanslarin
 
07.03.2016 - 18:12

Týski varakanslarin, sosialdemokraturin Sigmar Gabriel, sigur, at ríkmaðurin Donald Trump, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA, hóttir friðin og búskaparliga vælferð.

Í samrøðu við dagblaðið Welt am Sonntag samanber Sigmar Gabirel Donald Trump við víðgongdar høgravendar politikarar, sum t.d. Marine Le Penn í Fraklandi og Geert Wilders í Hollandi.

Varakanslarin, Sigmar Gabriel, sigur, at Donald Trump vendir sær til bólkar, sum kenna seg ørkymlaðar av altjóðagerðini, og lovar teimum at venda aftur til "ein vardan ævintýrheim."

Búskaparliga vælferðin í vanda

- Sama um talan er um Donald Trump, Marine Le Penn ella Gert Wilders, so eru hesi høgravendu fólk ikki bara ein hóttan fyri friðin, men eisini búskaparligu gongdina, sigur Sigmar Gabriel.

Varakanslarin, sosialdemokraturin Sigmar Gabriel, hevur verið formaður í týska javnaðarflokkinum síðani 2009. Hann er eisini fíggjarmálaráðharri.

- Tey lova viðhaldsfólkum sínum at venda aftur til ein ævintýrheim, har búskaparliga lívið er avmarkað til at vera innan fyri egin landamørk, sigur Sigmar Gabriel í samrøðuni við Welt am Sonntag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425