Hann bleiv 90 ár: »Fimti beatlin« deyður

Hann bleiv 90 ár: »Fimti beatlin« deyður
George Martin, ið framleiddi nærum allan tónleikin hjá The Beatles, er deyður, 90 ára gamal
George Martin, maðurin sum framleiddi meginpartin av tónleikinum hjá The Beatles, er deyður, 90 ára gamal
Mynd: AP  
 
09.03.2016 - 08:15

George Martin, fimti beatlin, sum hann eisini varð nevndur, er deyður, skriva útlendskir miðlar í morgun.

Tað var ikki fyrr enn beatlarnir hittu George Martin í 1962, at verulig gongd kom á geva plátur út. Eisini hann ivaðist, um nøkur framtíð var í The Beatles.

Men George Martin sá møguleikar í John Lennon, Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr, og teir sluppu at royna seg.

Ein tann týdningarmesti framleiðarin

Avgerðin vísti seg at verða røtt, og George Martin verður í søgubókunum nevndur sum kanska týdningarmesti tónleikaframleiðari yvirhøvur.

George Martin framleiddi 30 sangir, sum gjørdust nummar eitt á hitlistunum í Onglandi og 23 í USA.

Seinasta lagið, George Martin framleiddi, og sum fekk eitt fyrsta pláss, var Goodbye Englands Rose, sum Elton John skrivaði og framførdi, tá Diana prinsessa fór til gravar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375