Fólk í túsundatali mótmæla

Fólk í túsundatali mótmæla
Boðað er frá aðalverkfalli í Fraklandi eftir eitt uppskot um at gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at siga fólki úr starvi
Lesandi í París mótmæla, nú ætlanin er at tað skal verða lættari at siga fólkum úr starvi og eisini at leingja um arbeiðsvikuna
Mynd: AP  
 
10.03.2016 - 09:47

Fleiri túsund fólk vóru í gøtunum í Paris ígjár og mæltu uppskotinum. Fakfeløg í øllum landinum hava boðað frá aðalverkfalli, og tað fer at leggja stórar partar av ferðsluni í Paris lamnar.

Franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, er komin í ónáði hjá fakfeløgunum og hjá nógvum lesandi í Fraklandi, sum eru í øðini um ætlaninar at gera arbeiðsmarknaðarreglurnar einfaldari.

Manuel Valls skal heldur ikki vænta at fáa stuðul í sínum egna flokki, sosialistaflokkinum, har uppskotið er illa sæð, skriva miðlar.

Vilja leingja arbeiðsvikuna

Sosialistiska stjórnin í Fraklandi vil við broytingunum liberalisera franska arbeiðsmarknaðin, sum er kendur fyri at verða sera stirvin.

Stjórnin skjýtur upp at gera reglurnar linari fyri, nær fyritøkur kunnu reka fólk til hús, og at loyvt verður at longja arbeiðsvikuna meira enn teir 35 tímarnar, sum hon er nú.

Ynskið er eisini, at fyritøkurnar skulu hava størri møguleika at skerja arbeiðstíðina og í lønini. Við hesum vónar stjórnin at eggja fyritøkum til at seta fleiri fólk í starv og sostatt minka um stóra arbeiðsloysið í Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425