Zika-virus komið til Noregs

Zika-virus komið til Noregs
Tríggir norðmenn hava fingið staðfest zika-virus, upplýsir norski fólkaheilustovnurin, sambært norska kringvarpinum, NRK
Zika-virusið, ið serliga hevur gjørt um seg í Suðuramerika, er nú staðfest í Noregi. Tríggir norðmenn hava fingið staðfest zika-virus
 
10.03.2016 - 17:48

Tvey av teimum smittaðu eru barnakonur. Triði persónurin er maður. Øll trý hava verið í londum í Suðuramerika, har zika er staðfest.

Nú verða barnakonurnar fluttar á eina fosturmedisinska miðstøð at verða kannaðar nærri, sigur Fólkaheilsustovnurin á heimasíðu síni.

Norsku heilsumyndugleikarnir hava seinastu tíðina greinað umleið 50 royndir fyri zika-virus, sum millum annað verður sett í samband við, at børn verða fødd við ov lítlum høvdi.

Barnakonur eiga ikki at vitja OL

Heimsheilsustovnurin WHO hevur mælt barnakonum at fara til øki, har zika-virus er staðfest.

Amerikansku heilsumyndugleikarnir hava mælt barnakonum at fara til Brasil í sambandi við olympisku summarleikirnar í Rio de Janeiro.

Higartil hevur zika-virus breitt seg til umleið 40 lond, serliga í Suður- og Miðamerika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762