Mótmæla ætlanum hjá Norðurkorea

Mótmæla ætlanum hjá Norðurkorea
Kina og Russland góðtaka ikki, at Norðurkorea ger royndir við at framleiða kjarnorkuvápn, siga uttanríkisráðharrarnir í teimum báðum londunum
Hvørki Russland ella Kina góðtaka norðurkoreansku royndirnar at gera atomvápn. Á myndini, ið varð tikin fyrst í februar, ger Norðurkorea klárt at skjóta eina langtberandi rakett út í rúmdina
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
11.03.2016 - 16:53

Russiski og kinesiski uttanríkisráðharrarnir hava sagt norðurkoreanskum myndugleikum, at teir eiga at koma aftur altjóða samráðingar um kjarnorkuna og halda ST-yvirlýsingina, sum setur forboð fyri at royndarskjóta rakettir.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, og kinesiski starvsfelagi hansara, Wang Ji, hava havt fund í Moskva. Teir siga eisini, at hvørki Russland ella Kina góðtaka norðurkoreansku royndirnar at gera atomvápn.

Norðurkorea royndarsprongdi 6. januar atomvápn, og tað fekk ST-trygdarráðið at herða tiltøkini móti landinum. Norðurkorea svaraði aftur í síðstu viku við at skjóta seks rakettir út í Japanska Havið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425