Mál um svik verður nú latið ákæruvaldinum

Mál um svik verður nú latið ákæruvaldinum
Kriminalløgreglan er um at vera liðug at kanna eitt mál, har ein maður um 40 ára aldur er skuldsettur fyri svik móti landskassanum
Løgreglan hevur í tveir mánaðir kannað, um ein bilasøla hevur svikað móti landskassanum við innfluttum bilum. Nú fær ákæruvaldið málið
 
17.03.2016 - 08:45

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at nøkur fá skjøl eru eftir at kanna, og væntandi verður málið klárt at lata ákæruvaldinum hesa vikuna.

Tað var í januar, at løgreglan framdi umfatandi rannsókn á eini bilasølu í Havn, og hald varð lagt á fleiri bilar. Hetta er ein av teimum bilasølunum, ið innflytur brúktar bilar.

SÍ EISINI Kanna um bilasøla hevur snýtt landskassan

Løgreglan hevur lagt hald á til samans fimm bilar. Akstovan er uppi í málinum, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við Kringvarpið tá.

Útvarpið skilir, at skuldsetti maðurin skal hava givið órættar upplýsingar um innfluttar bilar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858