Sjálvmorðsbumba í Istanbul hevur dripið fýra fólk

Sjálvmorðsbumba í Istanbul hevur dripið fýra fólk
Atsóknin var uttanfyri stjórnarbygningin í Istiklalgøtuni, - sum er stór altjóða handilsgøta við kaffistovum, matstovum og altjóða sendistovum
Mynd: APTN  
 
19.03.2016 - 15:24

Fýra fólk hava latið lív og 36 hava fingið løstir, - sjey teirra álvarsligan skaða, í einari sjálvmorðsbumbu-atsókn í Istanbul. 

Vitni hava greitt Reuters-tíðindastovuni frá, at tyrlur hjá løgreglunum flugu í ring uppyvir, og sjónvarpsrásir hava víst myndir av fólkum, sum runnu burtur frá staðnum.

Sjálvmorðsbumban í dag kemur í kjalarvørrinum á tveimum sjálvmorðbumbuatsóknum í høvuðsstaðnum, Ankara, fyrr í mánaðinum, og tá lótu 37 fólk lív.

Hildið verður, at PKK ella IS hava ábyrgdina av atsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454