Heimsbankin fíggjar fyritøkur í skattaskjóli

Heimsbankin fíggjar fyritøkur í skattaskjóli
Meginparturin av feløgum, sum Heimsbankin stuðlar sunnan fyri Sahara, hava virksemi í londum, ið bjóða skattaskjól
 
11.04.2016 - 11:40

Tað avdúkar ein greining hjá altjóða felagskapurin, NGO Oxfam, ið verður kunngjørd í dag, skrivar danska blaðið Information.

- Yvirhøvur kunnu fleirtjóða fyritøkur vinna pening í ymsum londum, har skattareglurnar loyva tí, sigur Sara Jespersen, ráðgevi hjá IBIS, sum er limur í NGO Oxfam.

Móritius vælumtókt

51 av teimum til samans 68 fyritøkunum, Heimsbankin lænti pening í 2015, eru sunnan fyri Sahara, avdúkar nýggja greiningin, sum Information endurgevur.

Eitt av londunum, sum serliga gongur aftur í greiningini hjá NGO Oxfam, er Móritius. Har hava fleiri av feløgunum, ið vórðu kannað, sítt virksemi.

Tað er serliga umráðandi, at afrikansku londini sunnan fyri Sahara fáa inntøkur gjøgnum skattin, sigur Sara Jespersen, ráðgevi hjá IBIS, sambært Information.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454