Nú kunnu samkynd giftast í kirkjuni

Nú kunnu samkynd giftast í kirkjuni
Ein stórur meiriluti av kirkjufundinum, sum er ovasti myndugleiki fyri fólkakirkjuni í Noregi, hevur samtykt, at samkynd kunnu giftast í kirkjuni
Samkynd í Noregi kunnu nú giftast í kirkjuni, hevur ovasti myndugleikin fyri fólkakirkjuna í landinum samtykt. 88 atkvøddu fyri og 32 atkvøddu ímóti
 
11.04.2016 - 16:31

88 atkvøddu fyri og 32 atkvøddu ímóti. Við samtyktini í dag endar eitt stríð í norsku fólkakirkjuni, sum hevur vart í 20 ár. Hóast samtyktina á kirkjufundinum í dag, kunnu prestar bera seg undan at víga samkynd.

Kortini skal tað bera til hjá samkyndum at giftast í kirkju, sama hvat presturin heldur, men hvussu skipanin um kirkjuvígslu skal setast í verk, er ikki greitt enn, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Nógv broytt eftir bara tveimum árum

Støðan hjá ovasta myndugleikanum í norsku kirkjuni er nógv broytt seinastu tvey árini. Í 2014 var ein meiriluti av kirkjufundinum ímóti, at samkynd kundu vígast í kirkju.

Men síðani hevur ein meiriluti av biskupunum í Noregi tikið undir við, at samkynd og transpersónar kunnu vígast í kirkju. Mótstøðan í 2014 hevði við sær, at felagsskapurin Opin kirkja gjørdi egnan valevnislista til kirkjuráðsvalið í heyst.

Noreg gjørdist í 1993 annað landið eftir Danmark í øllum heiminum, sum loyvdi skrásettum parlagi millum fólk av sama kyni. Síðani 2009 hevur borið til hjá samkyndum í Noregi at verið vígd borgarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974