Góð undirtøka fyri bíligum ferðaseðlum

Góð undirtøka fyri bíligum ferðaseðlum
Atlantsflog hevur seinasta árið selt meira enn 100.000 einvegis ferðaseðlar, sum kosta minni enn 1.000 krónur
 
12.04.2016 - 11:06

Prísurin fyri einvegis ferðaseðil er nú 699 krónur, og príslækkingar eru gjørdar fyri tilsamans 17 milliónir krónur, sigur Atlantsflog, sum hevði aðalfund í gjár.

Nýggja skipanin kemur í gildi 1. september, men síðani 1. mars hevur borið til at bílagt ferðaseðil fyri lækkaða prísin. Umframt vanligu ruturnar fer Atlantsflog í summar eisini at flúgva beinleiðis til Kreta, Barcelona og Mallorca.

Haraftrat verður flogið beinleiðis til Kanarisku oyggjarnar, sum er nýtt ferðamál, í desember og januar. Í háárstíð eru 40 fráferðir úr Føroyum um vikuna og 20 ferðir um vikuna í lágárstíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762