Uppskotið skotið niður

Uppskotið skotið niður
Uppskotið um at selja teimum, ið brúka streym í staðin fyri olju til upphiting, bíligari streym, hevur fingið enn eitt løgfrøðiligt skot fyri bógvin
 
14.04.2016 - 08:01

Stórt ivamál er, um lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg er í samsvari við stýrisskipanarlógina. Tað siga løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum, sum hava eftirkannað uppskotið hjá Innlendismálaráðnum.

Í sama viðfeingi verður víst á tingskipanina, sum sigur, at tá lógaruppskot ikki eru í samsvari við stýriskipanarlógina, skal løgtingsformaðurin, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa uppskotinum burtur.

Eins og Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni ivast Løgtingsskrivstovan stórliga í heimildini at gera mun á viðskiftafólkunum hjá SEV, nú ætlanin er, at nøkur skulu gjalda minni enn onnur.

Kann ikki gerast við kunngerð

Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar gera ta niðurstøðu, at her er talan um skatt. Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur, í kunngerð.

Bara Løgtingið kann við lóg áseta skatt og avgjøld. Tað kann ongantíð gerast við kunngerð frá landsstýrinum.

Í lógaruppskotinum hjá Sirið Stenberg stendur, at "landsstýrismaðurin fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar." Uppskotið um ymiskar elprísir er í Rættarnevndini hjá Løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342