Eingi ólóglig skotvápn latin løgregluni

Eingi ólóglig skotvápn latin løgregluni
Enn hevur eingin verið hjá løgregluni í Føroyum við ólógligum skotvápnum, sum kunnu avhendast uttan revsitiltøk fram til 30. juni
Fólk, sum eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, kunnu lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk fram til 30. juni. Enn hevur eingin kortini latið løgregluni ólóglig skotvápn
 
03.05.2016 - 18:04

Nýggja vápnalógin, ið kom í gildi 1. januar í ár, ásetur, at persónar, sum eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, kunnu lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk. Men bara fram til 30. juni.

- Men enn er einki vápn innlatið, sigur Jan Fossaberg, løgreglumaður. Og talan er um sera vandamikil vápn, sigur Jan Fossaberg hjá løgregluni.

Síðani 1969 hava vandamikil skotvápn, eitt nú riflur og revolvarar, kravt serstakt loyvi frá politinum. Vanligar høglbyrsur hava verið undantiknar hesum loyvi, og verða tað eisini frameftir.

SÍ EISINI Skotvápn skulu nú skrásetast

Hevur tú eitt nú riflu ella revolvara, uttan at hava serstakt loyvi frá politinum, so er talan um ólógligt skotvápn.

Ólógligu vápnini kunnu latast inn á politistøðina í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. Høglbyrsa er tó lógligt vápn í Føroyum. 

Eigur tú eitt søguligt skotvápn, sum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verður vápnið lati Søvnum Landsins til varðveitslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360