Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk

Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk
Lond í ES, sum ikki vilja taka ímóti sínum parti av flóttafólkum, kunnu rokna við at fáa stóra bót. Bøturnar verða stórar
ES-lond, sum ikki vilja taka ímóti sínum parti av flóttafólkum, fáa tvær milliónir í bót fyri hvørt flóttafólk, tey ikki taka, skrivar eitt bretskt blað
 
04.05.2016 - 10:52

Talan verður um tvær milliónir krónur í bót fyri hvørt flóttafólk. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times, sum hevur embætisfólk í Brússel sum keldu.

ES-nevndin fer at almannakunngera nýggju skipanina í dag, skrivar blaðið. ES-londini vórðu annars samd um at taka ímóti ávísum tali av flóttafólkum í fjør.

Men tá streymurin av flóttafólkum vaks í stórum, kom stígur í, tí fleiri lond søgdu seg ikki hava ráð at taka ímóti so nógvum flóttafólkum, sum talan kundi gerast um.

Flóttafólkstreymurin nógv minkaður

Streymurin av flóttafólkum er nógv minkaður, síðani Turkaland í mars gekk við til at taka ímóti flóttafólkum sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Grikkalandi, samstundis sum ES-londini skuldu taka ímóti 72.000 flóttafólkum, sum eru í legum í Turkalandi.

ES gekk samstundis við til at stuðla Turkalandi fíggjarliga, og at gera tað lættari hjá turkum at sleppa til ES.

Financial Times skrivar, at fýra embætisfólk í Brússel hava váttað, at talan verður um bøtur sum eru næstan tvær milliónir kr. fyri hvørt flóttafólk, um ES-londini ikki vilja góðtaka avtaluna sum er gjørd við Turkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558