Fleiri hava avhendað ólóglig skotvápn

Fleiri hava avhendað ólóglig skotvápn
Fleiri føroyingar hava verið hjá løgregluni við ólógligum skotvápnum, sum í løtuni kunnu avhendast uttan revsitiltøk
Løgreglan í Føroyum hevur fingið fimm ólóglig skotvápn síðani vápnalógin varð herd á nýggjárinum, millum annað ein revolvara (ikki tann á myndini)
 
05.05.2016 - 18:47

Tað hjálpti tá løgreglan herfyri bað fólk um at avhenda ólóglig skotvápn uttan at fólk vórðu revsað, tá tey lótu løgregluni ólógligu skotvápnini.

- Higartil í ár hava vit fingið til samans fimm ólóglig skotvápn frá fólki, sigur Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini í Havn.

So seint sum í gjár fekk løgreglan eina 100 ára gamla salongrifflu, eina kaliber .22, frá fólki í Klaksvík, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Ein revolvari eisini latin løgregluni

Av teimum fimm ólógligu skotvápnunum, løgreglan nú hevur fingið, eru riflur, salongrifflur, lóður og eisini ein revolvari.

Vápnalógin í Føroyum varð herd á nýggjárinum, og tað fyrsta ólógliga skotvápnið varð latið løgregluni í februar mánað, sigur Heri Andreassen.

Fólk kunnu fram til 30. juni lata ólóglig skotvápn til løgregluna í Føroyum uttan revsitiltøk. Vanligar høglbyrsur eru tó undantiknar herdu vápnalógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112