Merkel: Bretland skal verða í ES

Merkel: Bretland skal verða í ES
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, sigur, at hon vónar, at Bretland verður verandi í ES
Tað hevði verið ein fyrimunur fyri øll um Bretland verður verandi í ES, heldur týski samveldiskanslarin
 
03.06.2016 - 09:44

- Tað hevði verið ein fyrimunur fyri okkum øll, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, sambært BBC.

Á tíðindafundi í Berlin í gjár, segði samveldiskanslarin, at tað sjálvsagt er bretska fólkið, ið skal atkvøða um spurningin tann 23. juni.

Hon legði afturat, at støddin á evropeiska samveldinum hevur gjørt, at ES hevur fingið so góðar handilsavtalur við onnur lond.

Angela Merkel segði somuleiðis, at tað er neyðugt at vera partur av felagsskapinum fyri at røkka neyðugum úrslitum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744