Sjúrður spyr um uttanlandsferðir hjá drotningini

Sjúrður spyr um uttanlandsferðir hjá drotningini
Vil hava danska uttanríkisráðharran at síggja til, at føroyska vinnan í góðari tíð verður kunnað um sølufremjandi ferðir hjá Margrethu drotning
 
08.06.2016 - 08:00

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, var skjótur at lofta orðunum hjá stjóranum í Vinnuhúsinum í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Marita Rasmussen segði, at  Margretha drotning er á ferð í øðrum londum, eru donsk vinnulívsfólk ofta við í ferðalagnum, og henda møguleika kundu føroysk vinnulívsfólk eisini hugsað sær, men tey fáa ikki brúkt hann. 

Stjórin í Vinnuhúsinum segði í sjónvarpinum, at kunningin úr Danmark er ikki nóg góð.

Spyr uttanríkisráðharran

Sjúrður Skaale hevur longu spurt uttanríkisráðharran, um hann fer at síggja til, at føroyska vinnan í góðari tíð frammanundan fær kunning um og innbjóðing til sølufremjandi uttanlandsferðirnar hjá drotningini.  

Fyri tveimum árum síðani stóð føroysku vinnuni í boði at fara til Kina saman við drotningini og donskum vinnulívsfólkum.

Men svarast skuldi í somu viku, sum innbjóðingin kom, og tí kundi eingin fara úr Føroyum, hóast áhugi var. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650