Leita eftir kvinnu á Støðlafjalli

Leita eftir kvinnu á Støðlafjalli
Leitað verður framvegis eftir einari 75 ára gamlari kvinnu, sum fór niðan á Støðlafjall í Eysturoynni seinnapartin í gjár
Leitað verður í løtuni eftir eini 75 ára gamlari kvinnu, sum fór niðan á Støðlafjall mánadagin, sum fólk ikki hava frætt frá síðani
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
14.06.2016 - 07:50

Tá kvinnan ikki var komin aftur klokkan stívliga níggju í gjárkvøldið, varð ringt til politiið. Staðkend bjargingarfólk, fjallabjargarar, sjálvboðin, tyrla og hundur hava leitað síðani mánakvøldið.

Politiið samskipar leitingina. Nógvur mjørki var í gjárkvøldið, og tá bar ikki til at leita við tyrlu. Fólk tosaðu við kvinnuna í telefon í gjárkvøldið. Tá var alt í lagi.

Tá tey ringdu aftur seinni, var einki samband, upplýsir politiið. Kvinnan er kend á Støðlafjalli, hon hevur ofta gingið har.

Dagført 9:27: Saknaða kvinnan varð funnin deyð um átta tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542