Bretsku bløðini ymisk á máli um fólkaatkvøðuna

Bretsku bløðini ymisk á máli um fólkaatkvøðuna
Bretsku bløðini vóru á ymisk á máli í gjár, dagin eftir, at bretar hava atkvøtt fyri at melda seg úr ES.
 
25.06.2016 - 10:07

Í leiðaranum í blaðnum The Telegraph, sum áðrenn fólkaatkvøðuna hevði heitt á sínar lesarar um at atkvøða fyri at melda seg úr felagsskapinum, stendur millum annað, at nú er tíð til optimismu og eina nýggja byrjan.

Eisini The Daily Mail fegnast um úrslitið. Blaðið lýsir sigurin til ES-mótstøðufólkini sum uppreisturin hjá friðarligu fólkunum mótvegis einum hástórari politiskari stætt, sum ikki hevði samband við veljaran, og einari vanvirðiligari elitu í Brúsell.

Hinumegin stendur blaðið The Guardian, sum mælti bretum at halda fast í ES.

Plássið hjá Stórabretlandi í heiminum má nú hugsast av nýggjum, stendur í leiðaranum í The Guardian, sum metir, at framtíðin hjá Stóra Bretlandi er álvarsom og møguliga vandamikil.

Daily Mirror, sum eisini var fyri ES, spyr stutt og greitt á forsíðuni: Hvat í allari víðu verð fer nú at henda?"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132