Minst 36 fólk latið lív í álopi

Minst 36 fólk latið lív í álopi
Atatürk-floghavnin í Istanbul í Turkalandi læt upp aftur tíðliga í morgun eftir ógvusliga álopið týskvøldið
36 fólk lógu eftir á og minst 147 onnur vórðu særd, tá tríggir mans lupu á í Atatürk-floghavnini í Turkalandi týskvøldið
Mynd: AP  
 
29.06.2016 - 08:35

36 fólk lógu eftir á og minst 147 vórðu særd týskvøldið, tá tríggir menn søktu at lufthavnini Atatürk, ið er tann størsta floghavnin í Turkalandi.

Eftir hendingina varð floghavnin stongd, og flogfør fingu boð um at flúgva til aðrar lufthavnir, samstundis sum allar fráferðir í Atatürk-floghavnini vórðu avlýstar.

Greinin heldur fram niðanfyri

Enn er ikki greitt, hvør skipaði fyri álopinum. Men turkiski forsætisráðharrin sigur, at tekin eru um, at Islamskur Statur skipaði fyri álopinum.

Einki er upplýst um, hvørjir teir tríggir menninir eru, sum framdu álopið týskvøldið. Atatürk-floghavnin er tann triðstørsta í Evropa.

Bara Heatrow-floghavnin í London og Charles de Gaulle-floghavnin í Paris eru størri. 60 milliónir fólk ferðast um turkisku floghavnina um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659