Enskt strikað sum høvuðsarbeiðsmál í ES

Enskt strikað sum høvuðsarbeiðsmál í ES
Enskt, franskt og týskt hava verið høvuðsarbeiðsmálini í ES, hóast hvørt limalandið hevur sítt egna mál. Men soleiðis verður ikki longur
 
29.06.2016 - 09:37

Enska málið er strikað sum eitt av høvuðsmálunum í ES. Tað er ein avleiðing av, at bretar fara úr Evropasamveldinum.

Longu mánadagin, tá ovasta talskvinnan hjá ES, Margaritis Schinas, helt tíðindafund fyri fjølmiðlum, tosaði hon bara franskt. Vanliga hevur verið tosað á fronskum og enskum.

Men soleiðis verður ikki longur. ES-nevndin hevur tikið avgerð um, at enskt ikki verður eitt av høvuðsmálunum longur. Tá tíðindafólk settu spurningar á enskum, fingu tey eisini svar á enskum.

Tosa enskt í serligum førum

Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, hevur síðani bretsku fólkaatkvøðuna bara tosað á týskum. Og embætismenn siga, at tað hevur hann avrátt, eftir bretsku avgerðina.

Kortini fer formaðurin í ES at tosa enskt í serligum førum, millum annað tá hann skal tosa við forsætisráðharran í Slovenia, Robert Fico, tá Slovenia tekur við formansskapinum í samveldinum tann 1. juli.

SÍ EISINI Londini ósamd um gongdina

Ovastu leiðararnir í ES hava sett hart ímóti hørðum mótvegis Bretlandi. Og hóast bretar royna at draga tíðina út, so vilja teir hava Bretland úr ES sum skjótast.

- At drála við endaligu bretsku avgerðini, kann bara gera støðuna verri, sigur formaðurin í ES-nevndini, Jean Claude Juncker.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744