Nú kann søkjast um filmsstuðul

Nú kann søkjast um filmsstuðul
Til samans verða 430.000 krónur latnar í stuðli til filmframleiðslu í Føroyum í hesum seinna stuðulsumfarinum í 2016
Fólk, ið eru áhugað í at framleiða føroyskar spælifilmar, kunnu nú aftur søkja um stuðul. Á myndini úr einum filmi hjá Sakaris Stórá
Mynd: Skíggjamynd úr filminum Vetrarmorgun  
 
10.07.2016 - 14:38

430.000 krónur skulu nú latast teimum, ið eru áhugað í at framleiða føroyskar filmar. Stuðul varð latin fyrr í ár, og nú skal restin av peninginum fyri 2016 latast.

Filmsstuðulin verður latin til hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu, sigur Mentamálaráðið.

Stuðulin til film kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg, sambært Mentamálaráðnum, ið umsitur stuðulspeningin.

Stuðulin hækkaður 800.000

Hóast játtanin til føroyska filmsvinnu í ár er hækkað úr 700.000 krónum upp í 1,5 milliónir krónur, er hetta ikki nóg mikið fyri filmsvinnuna.

- Føroyskur filmur skal hava einar fimm milliónir krónur í stuðli um árið fyri at kunna mennast sum vinnugrein, segði Jákup Veyhe, nevndarformaður í Klippfiski, við útvarpið í vetur.

Føroyska filmsvinnan hevur mælt til at seta á stovn eitt filmshús, ið kann byrta uppundir meiri filmsframleiðslu í Føroyum. Húsið er komið á fíggjarlógina fyri 2017, og um alt gongur sum ætlað, er tað klárt um eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541