Færri velja týska málið

Færri velja týska málið
Alsamt færri miðnámsskúlanæmingar í Danmark velja týskt, tá tey seta kross við, hvørji mál, tey vilja læra á miðnámsskúla
 
11.07.2016 - 15:39

Færri og færri miðnámsskúlanæmingar í Danmark velja týska málið sum vallærugrein, vísa tøl frá danska kenslumálaráðnum, sambært DR.

- Tey ungu kunnu ikki brúka týskt í sama mun sum fyrr, tá tey koma til hægri útbúgvingar, sigur Jens Erik Mogensen, granskari á universitetinum í Keypmannahavn.

Í 2010 valdu 46,6 prosent av øllum miðnámsskúlanæmingum í Danmark týskt. Í 2015 var talið minkað sløk fýra prosentstig niður í 42,7 prosent.

- Tað er ein trupulleiki. Týskland er størsti handilsfelagin hjá Danmark. Harumframt er neyðugt at duga týska málið fyri at skilja søguna sum danskari, sigur granskarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558