50 fráboðanir um skaða

50 fráboðanir um skaða
Løgreglan hevur enn úr at gera at taka móti fráboðanum um vindskaðar
 
10.09.2016 - 10:26

Átta trampolinir, sum eru farnar á flog, trý stilladsir, sum eru fokin og 10 húsaskaðar.

Hetta eru nakrar av fráboðanunum, sum løgreglan hevur fingið í nátt um vindskaðar. 

- Tað er alt frá tekjum, sum eru við at ríva, takplátur, sum eru farnar á flog, og ein húsaklæðningur, sum eru loysnaður, sigur Kristjan Martin Joensen frá løgreglustøðini. 

Fráboðanir er komnar úr Tórshavn, Klaksvík, Saltangará, Syðrugøtu, Hvalba og Porkeri.

Seinastu veðurmátingarnar hjá Landsverkið í morgum vísa upp í 44 metrar í sekundi á Velbastaðhálsi, upp í 43 metrar í sekundi við Gjárskarð, 39 metrar í sekundi við Øðraskarð og upp í 48 metrar í sekundi við Norðadalsskarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053