Tjóðbankin: Uppsjóvarvinnan fíggjar seg sjálva

Tjóðbankin: Uppsjóvarvinnan fíggjar seg sjálva
Tað gongur so væl í fiskivinnuni, at hon hevur sjáldan ørindi í bankanum longur
Uppsjóvarvinnan og alivinnan í Føroyum hava so stór avlop, at flestu íløgurnar kunnu fíggjast innanhýsis í fyritøkunum, sigur danski tjóðbankin
 
16.09.2016 - 09:35

Fiskivinnan, sum plagdi at læna nógvar pengar í bankunum, og í krepputíðum hevði við sær, at peningastovnarnir mistu nógvan pening, hevur ikki ofta ørindi í bankanum longur.

Uppsjóvarvinnan og alivinnan í Føroyum hava so stór avlop, at flestu íløgurnar kunnu fíggjast innanhýsis í fyritøkunum, ella kann avdrátturin gjaldast eftir stuttari tíð.

Tað sigur danski tjóðbankin í nýggjastu frágreiðing síni. 

Er neyðugt at gera stórar íløgur í alivinnuni, verða lán tikin í útlendskum bankum.

Húsarhald eiga 10 mia. kr.

Húsarhald hava umleið 10 milliardir krónur í innláni í føroysku peningastovnunum, tað eru 20 prosent meira enn fyri trimum árum síðani. 

Samstundis eru útlánini til hús og íbúðir hækkað umleið fimm prosent, tí serliga húsaprísinir í Havn eru hækkaðir umleið átta prosent. 

Sostatt nærkast húsaprísurin í Havn tí, sum hann var í 2008, stendur í frágreiðingini hjá Tjóðbankanum. 

Rentan er lág, og umsetningurin á húsa- og íbúðarmarknaðinum er vaksin meira enn 25 prosent um árið.

Sagt verður, at føroyingar yvirhøvur gjalda lán sín skjótari aftur enn danir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429