Fimm fólk handtikin fyri bumbu

Fimm fólk handtikin fyri bumbu
Løgreglan í New York hevur handtikið fimm fólk í samband við bumbuspreingingina á Manhattan leygardagin skrivar miðil. Tíðindini eru ikki váttað enn
Fimm fólk eru handtikin í samband við eina bumbuspreinging á Manhattan í New York leygarkvøldið. Samveldisløgreglan, FBI, hevur tó ikki váttað tíðindini enn
Mynd: AP  
 
19.09.2016 - 08:36

Sjónvarpsstøðin ABC-News endurgevur ikki navngivnar keldur, og FBI hevur ikki váttað upplýsingarnar. CNN-sjónvarpsstøðin sigur, at løgreglan hevur steðgað fimm persónum og tikið teir við á løgreglustøðina

Sjónvarpsstøðin sigur tó einki um, at teir eru handtinir. 29 fólk fingu løstir, tá ein bumba brast í Chelsea-býarpartinum í Manhattan leygarkvøldið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Øll fólkini vórðu útskrivað av sjúkrahúsinum í gjár, skrivar NTB-tíðindastovan. Ein onnur bumba varð seinni funnin skamt frá hinari bumbuni, men hendan var ikki brostin.

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, segði sunnudagin, at talan er um yvirgang, men at enn vóru eingi tekin um, at altjóða yvirgangsbólkar skipaðu fyri atsóknini.

Dregur bumbuspreingina upp í valstríðið

- Tey, sum hava lagt bumburnar, skulu eltast og finnast, og tey skulu dømast, segði Andrew Cuomo, guvernørur í New York.

New York Times skrivar, at bumburnar vórðu gjørdar úr trýstkókarum, sum var fullur av splintum. Harumframt var ein fartelefon og jólaljós partur av bumbuskipanini.

Blaðið samanber bumburnar við tær, sum brustu, tá marathon var í Boston í 2013. Tær vóru eisini gjørdar úr trýstkókara, sum var fullur av splintum, millum annað seymum. Tá lótu trý fólk lív og 144 fólk fingu løstir.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Meðan Obama og Clinton hava havt valdið í USA, hava fleiri álop verið enn vit hava upplivað sigrar á fremmandari jørð, skrivar forsetavalevnið, Donald Trump, á Twitter.

Nú má vend koma í, skrivar Trump. Hann sigur, at álopið leygardagin er prógv um, at trygdarpolitikkurin hjá demokratunum ikki riggar. Á Twitter vísir hann teimum, sum hava fingið løstir, samkenslu, og so langar hann til:

- Politikkurin hjá Clinton fer ikki at gera okkum trygg. Eg skal syrgja fyri, at USA verður trygt aftur!, skrivar Donald Trump á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. desember
RagnarRokk:Kári Haraldsson um Múr
185412
Fríggjadag 20. desember
Brot úr Føroya søgu
185393
Fríggjadag 20. desember
Morgunlestur fríggjadagur 20. desember 2024
184998
Hósdag 19. desember
RagnarRokk 19.desember 2024
183948
Hósdag 19. desember
RagnarRokk: Hans Lundin um Sommergryningsljus
183946
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252