Aftur álop í Sýria: Minst 14 hjálparfólk deyð

Aftur álop í Sýria: Minst 14 hjálparfólk deyð
Fimm hjálparfólk og nýggju sjúklingar lótu lív í nátt í einum loftálopi á eina heilsumiðstøð í býnum Khan Touman uttanfyri Aleppo
Sløkkiliðsfólk basa einum eldsbruna á einum sjúkrahúsi í Dubeet í Sýria 3. mai í ár. Í nátt var aftur álop á eina heilsumiðstøð í Sýria
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
21.09.2016 - 09:29

Stúrt verður fyri, at loftálopið á heilsumiðstøðina í nátt fer at krevja enn fleiri mannalív enn tey 14 fólkini, sum longu eru deyð, siga myndugleikarnir.

Bjargingararbeiðið er torført, tí bjargingarfólk eru noydd at grava deyð og særd út úr húsatoftunum á heilsumiðstøðini, har lopið varð á.

Fimm av teimum deyðu eru hjálparfólk hjá fronsku deildini hjá hjálparfelagsskapinum Union of Medical Care and Relief Organizations, UOSSM.

Álop á lastbilafylgi í gjár

Hetta er aðru ferð í eitt samdøgur, at lopið verður á hjálparfólk í Sýria. Í gjár varð lopið á eitt bilafylgi við neyðhjálp, ið var á veg til Aleppo í Sýria.

Sambært ST vóru 18 av 31 lastbilum raktir, og fyrstu tíðindini søgdu, at álopið hevði kravt 12 mannalív. Reyði Krossur váttaði í gjár, at eitt sýriskt starvsfólk læt lív.

USA fer at umhugsa samstarvið við Russland eftir álopið á lastbilafylgið, segði John Kirby, talsmaður í amerikanska uttanríkisráðnum, týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488