Sjónvarpskjak kann avgera forsetavalið

Sjónvarpskjak kann avgera forsetavalið
Tað stendur á jøvnum millum Donald Trump og Hillary Clinton í royndini at gerast næsti forseti í USA. Eitt sjónvarpskjak í nátt kann avgera valið
Útivið 100 milliónir fólk fara at hyggja at sjónvarpskjaki millum Donald Trump og Hillary Clinton í nátt, halda eygleiðarar. Kjakið kann fáa stóran týdning fyri forsetavalið í USA 8. november
 
26.09.2016 - 09:28

Tað stendur á jøvnum millum Donald Trump og Hillary Clinton, sum í nátt tørna saman í fyrsta sjónvarpskjakinum í royndini at gerast næsti forseti í USA.

Ein veljarakanning vísir, at Hillary Clinton í demokratiska flokkinum hevði sambært CNN fingið 46 prosent av atkvøðunum, og Donald Trump hevði fingið 44 prosent.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað er ymiskt, hvussu forsetavalevnini hava fyrireikað seg til kjakið í nátt sambært amerikonskum fjølmiðlum. Donald Trump hevur verið á golfbreytini, meðan Hillary Clinton hevur fingið fjølmiðlaráðgeving.

Sjónvarpskjakið vigar nógv undan forsetavalinum í USA. Ein BBC-viðmerkjari segði, at eitt sjónvarpskjak hevur ongantíð verið atvoldin til, at nakað forsetavalevni nakrantíð hevur vunnið eitt val.

Fleiri dømi eru um, at forsetavalevni hava tapt valið, tí tað hevur staðið seg illa í sjónvarpskjakunum. Fyrsta sjónvarpskjakið millum Trump og Clinton er klokkan tvey í nátt føroyska tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233