Herverk á ljósini í gjónni

Herverk á ljósini í gjónni
Herverk varð herfyri framt á teknisku útgerðina til ljósini í Gjónni við Gjógv. Káplar og teknisk útgerð vórðu oyðiløgd so ljósini slóknaðu
Herverk varð í síðstu viku framt á ljósini í Gjónni við Gjógv. Málið verður ikki meldað til løgregluna sigur kommunan
 
27.09.2016 - 09:15

Kommunan hevur umvælt útgerðina og ljósini rigga nú aftur. Skaðin er mettur at kosta nakrar túsund krónur, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Felagið Gjómaður setti ljós í Gjónna og handaði kommununi ljósini í september í fjør. Kommunan meldar ikki málið til løgregluna í fyrsta umfarið, men tekur í staðin stig til at tryggja at slíkt ikki hendir aftur.

Av trygdarávum vórðu ljós sett í Gjónna í fjør, og tá tey vórðu sett upp, varð mett, at tað var bæði skilagott og áhugavert at tey eisini vóru í litum.

Kommmunan hevur fingið loyvið frá Yvirfriðingarnevndini at lata ljósini lýsa til serlig høvi. Ljósini koma at lýsa aftur í litum síðsta vikuskifti í oktober, tá tónleikatiltak verður við Gjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290