Ósamd um lógarbroyting

Ósamd um lógarbroyting
Føroysku og donsku myndugleikarnir eru ósamdir um lógarbroytingina, ið skal loyva samkyndum í Føroyum at gifta seg borgarliga
 
18.10.2016 - 09:11

Danska Almanna- og innanríkismálaráðið vil av lógartøkniligum ávum ikki seta lógarbroytingina, ið loyvir samkyndum at gifta seg borgaraliga, í gildi.

Tað vísa skjøl, sum útvarpið hevur fingið innlit í. Men Heilsu- og innlendismálaráðið góðtekur ikki hesa donsku støðuna.

Málið er viðgjørt í Løgtinginum í fimm mánaðir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í brævi til Karen Ellemann, ráðharra, tann 14. september. Ríkisumboðsmaðurin hevur kunnað donsku stjórnina um viðgerðina so hvørt.

Ríkislógartilmælið kann ikki broytast

Tí átti ivin hjá embætisfólkunum í Almanna- og innanríkismálaráðnum at verið fráboðaður fyrr. Nú er ov seint at broyta ríkislógartilmælið.  

Málið er avgreitt og avgjørt í Føroyum. Politiska støðan hjá landsstýrinum er, at tað fer ikki aftur í Løgtingið við málinum, sigur Sirið Stenberg.

Løgmaður staðfesti tann 9. mai ríkislógartilmælið, og Ríkisumboðið fekk tað 11. mai. Danska Almanna- og innanríkismálaráðið hevur ikki svarað enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329