Lønin hjá politikarum upp

Lønin hjá politikarum upp
Fyrradagin hækkaði lønin hjá tinglimum og ráðharrum í Íslandi. Forsætisráðharrin fær nú útivið 2,2 milliónir krónur um árið
Lønin hjá altingslimunum hækkar nú upp í slakar 66.000 krónur um mánaðin. Ráðharrar í Íslandi fáa eisini lønarhækkan
 
02.11.2016 - 09:10

Fyrradagin hækkaði lønin hjá tingfólkum í Íslandi. Lønin fer upp í 1,1 millión íslendskar krónur um mánaðin, tað eru slakar 66.000 føroyskar krónur.

Ískoyti eru eisini komin afturat lønini, millum annað endurgjald fyri ferðing og starvsútreiðslur. Sostatt kunnu tingfólk í Íslandi nú fáa millum 66.000 og 120.000 krónur um mánaðin.

Ráðharrar eru eisini farnir upp í løn, tey fáa 110.000 krónur um mánaðin. Íslendski forsætisráðharrin fær 120.000 krónur um mánaðin, og forsetin fær 180.000 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762