Tvær íbúðarverkætlanir afturat

Tvær íbúðarverkætlanir afturat
Bústaðir fara nú í holt við tvær íbúðarverkætlanirnar, ið tilsamans fevna um 45 nýggjar bústaðir í Havn og á Strondum
Bústaðir gera eisini íbúðir á Biskupstorgi í Klaksvík
 
05.11.2016 - 09:24

Bústaðir hava gjørt avtalu við byggifyritøkuna Bulur um at byggja 38 nýggjar íbúðir í Berjubrekku í Havn.

Verkætlanin, ið nevnist Berjabrekka trý, er eitt samstarv millum Bulur, Tórshavnar Kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt og Bústaðir.

Hin íbúðarverkætlanin er í Dávagerði á Strondum. Talan er um sjey íbúðir, sum byggifyritøkan Vá Bygging byggir í tøttum samstarvi við Bústøðum og Sjóvar Kommunu.

Talan er um sjey íbúðir beint við síðuna av nýggja sambýlinum “Sjóvarlon.” Hesar íbúðirnar líkjast teimum, sum Bústaðir hava bygt í Leirvík, skriva Bústaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392