Ísurin á Norðpólinum burtur um 30 ár

Ísurin á Norðpólinum burtur um 30 ár
Ísurin á Norðpólinum bráðnar nógv skjótari enn higartil hildið. Professari hartar heimssamfelagið fyri ikki at lurta eftir ávaringunum
Heldur gongdin fram, er allur ísurin á Norðpólinum buertur um bara 30 ár, staðfestir ein nýggj kanning
 
06.11.2016 - 09:20

Allur ísurin á Norðpólinum er burtur í 2045, heldur verandi gongdin fram. Tað er niðurstøðan í kanning, sum er kunngjørd í viðurkenda tíðarritinum, Science.

Tá eittt tons av CO2 verður úrleitt, bráðna tríggir fermetrar av ísi. Tað svarar til, at ein ferkilometur av ísi bráðnar, hvørja ferð eitt flogfar flýgur úr New York til London.

Amerikanarar dálka illa

Meðan frágreiðingin millum annað vísir á flogfør sum dálkandi, vísa granskararnir serliga á eitt land, ið dálkar so illa, at ísurin bráðnar munandi skjótari enn áður hildið.

Tað eru serliga fólk í USA, sum dálka illa. Ein miðalfamilja í USA úrleiðir nú so nógv CO2, at tað er nóg mikið til at 200 fermetrar av ísi á Norðpólinum bráðna um árið.

- Kanningin staðfestir, at okkurt munagott skuldi verðið gjørt fyri 20 árum síðani, sigur Dirk Notz, professari, ið hevur verið við til at gera kanningina, skrivar Science.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923