Volkswagen sigur 30.000 úr starvi

Volkswagen sigur 30.000 úr starvi
Bilverksmiðjan Volkswagen fer at leggja størri dent á at gera el-bilar, og tí verða til samans 30.000 starvsfólk søgd upp hetta til 2020
Volkswagen skal siga 30.000 fólkum úr starvi næstu fýra árini. Bilverksmiðjan fer at leggja størri dent á at framleiða el-bilar
 
18.11.2016 - 17:54

Bilverksmiðjan væntar at spara 3,7 milliardir evrur, ella 27,5 milliardir krónur í okkara peningi. Tað váttar Volkswagen sambært fleiri tíðindstovum.

Reuters skrivar, at 23.000 fólk starvsfólk í Týsklandi verða søgd upp, tí Týskland er eitt av londunum, har tað er dýrast at gera bilar.

Peningurin, sum verður spardur, skal í staðin nýtast til at gera el-bilar.

9.000 nýggj arbeiðspláss

Fakfeløgini hava góðtikið skerjingarnar, tí Volkswagen hevur afturfyri lovað at stovna 9.000 arbeiðspláss í Týsklandi at menna og framleiða el-bilar.

Volkswagen er millum heimsins størstu bilframleiðarar. Felagið ger millum annað Volkswagen, Audi og Porsche.

Fyritøkan varð stovnað í 1937, og í fjør starvaðust 610.000 fólk hjá Volkswagen. Verksmiðjan gjørdi til samans 10 milliónir bilar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497