Málið enn í nevnd

Málið enn í nevnd
Tað eydnaðist ikki at fáa málið um fíggjarligan stuðul til Saltsiloina á Drelnesi úr aftur Fíggjarnevndini
Málið um fíggjarligan stuðul er ikki komið aftur úr Fíggjarnevndini enn
 
08.12.2016 - 14:50

Tá løgtingsfundurin byrjaði klokkan 11, varð atkvøtt um málið, men tað fall, tí 15 atkvøður vóru fyri at fáa málið úr nevndini, meðan 15 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.

Tað vóru løgtingsmenninir, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard, sum løgdu uppskotið fyri Løgtingið um at játta Saltsiloini 1,6 milliónir krónur, so arbeiðið kann gerast liðugt.

SÍ EISINI Viðgera aftur fíggjarliga stuðulin

Eftir fyrstu viðgerð í Løgtinginum 28. oktober, varð málið beint í Fíggjarnevndina, og har hevur málið verið síðani.

Tingskipanin sigur, at um so er, at álit ikki er lagt fram innan freistina, sum er ein mánaður, kunnu tingfólk krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

Tað var roynt í dag, men gav ikki úrslit: Sambært gerðarbókini hjá Fíggjarnevndini umrøddi nevndin málið tann 15. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815