Datt oman í heyst: Kom aftur í morgun

Datt oman í heyst: Kom aftur í morgun
Ein hundur í Kalsoynni kom í morgun afturíaftur í øllum góðum, eftir at hann í september mánað datt oman á vestursíðuni í oynni
Soleiðis sær ein hundur, sum hevur verið burtur í náttúruni í tríggjar mánaðir, út. Døgg á myndini datt oman á einum fjalltúri í heyst, og er í morgun komin aftur í øllum góðum
Mynd: Privat mynd/Jógvan Johannessen  
 
26.12.2016 - 12:46

Ein maður í Kalsoynni hevði ikki gjørt sær tær stóru vónirnar, at sæð ein av sínum seyðahundum aftur, eftir ein túr í heyst, tá teir vóru í haganum og hegndu.

Í morgun, tríggjar mánaðir eftir at hundurin Døgg datt oman, og flest øll helst høvdu avskrivað seyðahundin, er hann nú komin afturíaftur í øllum góðum.

- Hundurin var vekk sjálvt um væl varð leitað. Í morgun var hundurin aftur í Mikladali, skrivar Jógvan Johannessen í Kalsoynni, ið hevur lagt myndina á Facebook.

Fólk høvdu ongar vónir um, at tey skuldu síggja hundin á lívi aftur. Bakkin, har hundurin datt oman, er høgur, og fallið var ógvusligt, sigur Jógvan Johannessen.

Hóast hundurin er komin aftur í øllum góðum, eru nógvir ósvaraðir spurningar um, hvar og hvussu hundurin hevur klárað seg sjálvur hesar tríggjar mánaðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Leygardag 28. februar
Morgunlestur leygardagur 28.februar 2026
204600
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735