Nakrir bilar eru nú bíligari

Nakrir bilar eru nú bíligari
Pengar eru at spara hjá teimum, sum keypa bil í nýggja árinum. Tað er, um tey keypa bil, sum dálkar lítið. Lógin um vegskatt er broytt
Nú ber til at spara 2.600 krónur um árið við at keypa ávíst slag av bili. Nú skal umhvørvisgjald latast av bilum í staðin fyri vektgjald
 
02.01.2017 - 08:09

Nú skal umhvørvisgjald latast av bilum í staðin fyri vektgjald. Tað merkir, at minni ein bilur dálkar, minni skal landskassin hava frá bileigaranum. 

Landsstýrið væntar tó at fáa tað sama í umhvørvisgjaldi sum landskassin fekk í vektgjaldi.

Sambært einum yvirliti, sum Løgtingið fekk saman við lógaruppskotinum, ber til at spara 2.600 krónur um árið við at keypa ávíst slag av bili.

Fleiri dieselbilar gerast bíligari í rakstri

Onkur annar bilur gerst næstan 1.300 krónur dýrari, nú lagt er um frá vektgjaldi til umhvørvisgjald.

Sambært yvirlitinum gerast á leið líka nógvir persónbilar, sum brenna bensin, bíligari ella dýrari, nú lagt er um frá vektgjaldi til umhvørvisgjald.

Men fleiri dieselbilar gerast bíligari í rakstri. Lógarbroytingin er bara galdandi fyri bilar, sum verða skrásettir eftir 1. januar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028