Varðhaldsfongslaðir fyri dráp

Varðhaldsfongslaðir fyri dráp
Tveir grønlendskir menn, ið sigla við trolaranum, Polar Nanoq, har eisini føroyingar eru við, eru varðhaldsfongslaðir fyri morð
Íslendska løgreglan hevur varðhaldsfongslað tveir menn, ið vóru við Polar Nanoq, har eisini føroyingar eru við, fyri morð, eftir at ein ung kvinna í Reykjavík hvarv síðsta vikuskiftið
 
20.01.2017 - 09:06

Teir báðir menninir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum vórðu varðhaldsfonglsaður í Íslandi í gjár, eru varðhaldsfongslaðir fyri morð.

Menninir eru varðhaldsfongslaðir eftir grein 211 í íslendsku revsilógini, og hesin partur snýr seg um morð. Tað visti íslendski miðilin Vísir at siga í nátt.

SÍ EISINI Avhoyringar lidnar

Ein triðji maður, ið var við skipinum, er eisini varðhaldsfongslaður. Hetta tí, at løgreglan í samband við kanningararbeiðið umborð á Polar Nanoq kom fram á 20 kilo av hassji.

Maðurin varð handtikin umborð á trolaranum, tá hann kom í havn. Løgreglan tók mannin við á støðina, hann varð síðani avhoyrdur í gjár og varðhaldsfongslaður í gjárkvøldið.

Teir báðir menninir, sum eru tiknir fyri morð - og tann triðji, sum er tikin í samband við hassj - eru grønlendingar, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923