Føroyar millum tey fyrstu at veita hjálp

Føroyar millum tey fyrstu at veita hjálp
Heimsmatvørustovnurin, World Food Programme, takkar nú Føroyum fyri skjóta hjálp til hungursrakt í Suðursudan
Føroyar lótu herfyri 200.000 dollarar til bráðfeingis hjálp til hungursrakt í Suðursudan. Heimsmatvørustovnurin takkar nú Føroyum fyri skjótu hjálpina
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.03.2017 - 16:22

Felagsskapurin, World Food Programme, takkar á Twitter Føroyum fyri at vera millum tey fyrstu at veita bráðfeingisneyðhjálp til hungursneyðina í Suðursudan.

Í brævi til landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, skrivar Chris Kaye í World Food Programme, at tað er heiður fyri tey, at Føroyar hava latið 200.000 dollarar til neyðhjálp.  Hetta er størsta upphædd, sum Føroya fólk nakrantíð hava latið til neyðhjálp ella menningarhjálp.

Pengurin verður brúktur til matvørur til 1,8 miljónir fólk, sum eru rakt av ósemjuni og ótryggleikanum í Suðursudan. Hjálpin skal hjálpa teimum, sum líða undir undirføðslu og eru í vanda fyri at doyggja í hungri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115