Bilseljari dømdur fyri skjalafalsan

Bilseljari dømdur fyri skjalafalsan
Ein bilseljari hevur fingið seks mánaða treytaða fongsulsreving fyri skjalafalsan. Dømdi maðurin skal eisini gera samfelagstænastu
Ein maður um 40 ára aldur er dømdur seks mánaða treytaða fongsulsreving fyri skjalafalsan, tá hann innflutti bilar, ið skuldu seljast víðari til kundar í Føroyum
 
08.03.2017 - 12:26

Dómur varð á middegi kunngjørdur í einum máli, her ein maður um 40 ára aldur sat á ákærubeinkinum, tí maðurin, ið nú er dømdur, var ákærdur fyri at hava falsað skjøl í samband við innflutning av brúktum bilum.

Nú er dómur fallin. Smápartafelagið hjá manninum hevur fingið 300.000 krónur í bót, 12 dagbøtur uppá 25.000 krónur, og maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 120 tímar.

Hetta er minni enn ákæruvaldið kravdi. Ákærin kravdi seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og 760.000 krónur í endurgjaldi og 350.000 krónur í sekt. Verjin mælti frá endurgjaldi og til treytaðan dóm.

SÍ EISINI Játtar seg sekan í skjalafalsan

Maðurin, sum nú er dømdur fyri at hava falsað skjøl í samband við sølu av innfluttum bilum, játtaði seg í síðstu viku sekan í skjalafalsan, men hann noktaði at hava svikað landskassan við vilja, tá málið var fyri í rættinum.

Bilseljarin hevði skjalafalsað fakturarnar fyri at áseta ein munandi lægri listaprís á bilunum - millum ein triðing og helvtina lægri - fyri harvið at snýta landskassan við at rinda lægri skrásetingargjald - fyri til samans umleið 760.000 krónur, vildi ákærin vera við.

Maðurin náddi at innflyta 16 bilar áðrenn Akstovan fann útav skjalafalsanini. Verjin hjá tí ákærda segði í síðstu viku, at tann ákærdi hevði skjalafalsað, tí hann leingi hevði verið ørkymlaður av júst skeiva prísinum, hansara kappingarneytar lata Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167