Nýggir nevndarlimir veljast

Nýggir nevndarlimir veljast
Á aðalfundinum hjá BankNordik 31.mars verða valdir tveir nýggir nevndarlimir, sum nevndin mælir til at velja
 
13.03.2017 - 08:07

Tey eru Kim Jacobsen og Barbara Pállsdóttir Vang. Kim Jacobsen er dani, og hann hevur arbeitt í NordeaBank. Barbara Pállsdóttir Vang er løgfrøðingur og nevndarlimur í Íleggingargrunninum. 

Nevndin verður tí víðkað, tí bara ein nevndarlimur, Súsanna Poulsen, tekur ikki við afturvali. Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen og Jógvan Jespersen hava boðað frá, at tey vilja halda fram í nevndini.

Umframt nevndarlimirnar, sum aðalfundurin velur, velja starvsfólk bankans tveir nevndarlimir.

Tað gevur eitt sindur at vera í nevndini hjá BankNordik. Forkvinnan, Stine Bosse, fær 600.000 kr. um árið. Næstformaðurin, Rúni Vang Poulsen, fær 400.000 kr. og hini í nevndini fáa 200.000 kr. í part um árið.

Á aðalfundinum 31. mars fer nevndin at skjóta upp, at vinningsbýtið í ár verður 300 milliónir krónur Tað eru 30 krónur fyri hvørt partabrævið á 20 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527