Føroyar ímóti Grikkalandi og Finnlandi

Føroyar ímóti Grikkalandi og Finnlandi
Føroyar skulu spæla ímóti Grikkalandi og Finnlandi í EM-undankapping í hondbólti
Mynd: hsf.fo  
 
21.03.2017 - 10:21

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Grikkalandi og Finnlandi í innleiðandi EM-undankapping. Føroyar komu í bólk A.

Lutakastið var í morgun. Evropeiska hondbóltssamgongan kastaði eisini lut um, hvør hevur fyrsta rætt at hýsa EM-undankappingini og har vunnu føroyar.

Sostatt er tað upp til Hondbóltssambandið, um føroyska landsliðið skal spæla dystirnir móti Finnlandi og Grikkalandi á heimavølli.

Velur Hondbóltssambandið ikki at hýsa dystunum, fellur rætturin fyrst til Grikkaland og síðani Finnland.

Sum skilst er mest sannlíkt, at Hondbóltssambandið fer at taka av møguleikanum.

Dystirnir í innleiðandi EM-undankappingini verða spældir frá 9.juni - 11.juni.

Eitt land kemur víðari úr hvørjum bólki

Bólkur A:

Finnland

Føroyar

Grikkaland

 

Bólkur B:

Ísrael

Kosovo

Georgia

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860