Fólkaatkvøða í Turkalandi um vald forsetans

Fólkaatkvøða í Turkalandi um vald forsetans
Stýrisskipanin verður meira tíðarhóskandi, siga viðhaldsfólk forsetans. Mótstøðufólkini siga, at Turkaland verður eitt einaveldi.
Savnsmynd
 
15.04.2017 - 14:47


Fólkaatkvøða verður í Turkalandi í morgin um nýggju stýrisskipanina, sum Recep Tayyip Erdogan, forseti, vil hava fólkið at taka undir við.

Verður stýrisskipanin samtykt, fer forsetin at fáa nógv av tí valdi, sum tjóðartingið higartil hevur havt, og Erdogan sjálvur kann verða sitandi í forsetaembætinum til 2029.

Tey, sum stuðla forsetanum siga, at broytingin fer at gera landið meira tíðarhóskandi, meðan tey, sum eru ímóti, siga, at stýrislagið fer at verða broytt til einaveldi.

Í hvussu verður broytingin tann størsta, ið gjørd er í stjórnarskipan Turkalands, síðani lýðveldið var sett á stovn fyri hundrað árum síðani, verður sagt.

Forsætisráðharraembætið skal takast av

Tá Recep Tayyip Erdogan gjørdist forseti í 2014, var embætið mest umboðandi, meðan politiska valdið var hjá forsætisráðharranum. Í tí sessinum hevði Erdogan sitið í meira enn tíggju ár, áðrenn hann gjørdist forseti. Men nú ætlar hann, at forsætisráðharra-embæðið skal takast av og skyldurnar áleggjast forsetanum í staðin.

Soleiðis fer forsetin at standa á odda fyri stjórnini og fær heimild at seta ráðharrar í embætið og loysa teir úr starvi. Forsetin fer eisini at fáa heimild til at broyta avgerðir hjá dómstólunum og fer at kunna seta landið í undantaksstøðu.

Forsetaskeiðið verður fimm ár, forsetin kann veljast tvær ferðir, og tá ætlanin er at forsetaval skal vera í 2019 merkir tað, at Erdogan kann verða sitandi til 2029.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni er væntandi seint í annaðkvøld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051