Norðurkorea: USA ætlaði at myrða okkara leiðara

Norðurkorea: USA ætlaði at myrða okkara leiðara
CIA legði saman við Suðurkorea ætlanir um at taka Kim Jong-un av døgum, sigur Norðurkorea
Amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur roynt at drepa norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-Un, við millum annað geislavirknum mati, sigur norðurkorea
 
05.05.2017 - 17:29

Amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur roynt at drepa norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-Un, við millum annað geislavirknum mati, sigur norðurkoreanska ráðharrastovan fyri landsins trygd.

Í einari skrivligari fráboðan leggur Norðurkorea CIA undir at hava ætlanir at drepa Kim Jong-Un saman við suðurkoreansku fregnartænastuni.

Ætlanin var at drepa norðurkoreanska leiðaran við biokemiskum evnum á einum almennum hátíðarhaldi í Pyongyang, sigur norðurkoreanska ráðharraststovan.

Viðurskiftini spent í løtuni

- Deyðiliga úrslitið hevði víst seg eitt ár eftir, stendur í skrivligu fráboðanini.

Norðurkorea sigur, at CIA og suðurkoreanska fregnartænastan høvdu mutrað ein persón til at fremja álopið.

Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea eru sera spent í løtuni, og Norðurkorea sigur, at ætlaða álopið er einki minni enn ein krígsavbjóðing.

Einki verður upplýst, um álopið varð framt, og heldur einki verður sagt um, hvussu Norðurkorea fekk frænir av ætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039