Teldusníkar gjørt seg inn á ensk sjúkrahús

Teldusníkar gjørt seg inn á ensk sjúkrahús
Myndugleikarnir í Stóra Bretlandi stríðast av øllum alvi, so KT-skipanir hjá enskum sjúkrahúsum ikki verða álopin av teldusníkum
Teldusníkar hava í dag gjørt seg inn á KT-skipanir hjá fleiri sjúkrahúsum í Bretlandi. Tað vátta heilsumyndugleikarnir í landinum
 
12.05.2017 - 17:10

Teldusníkar hava í dag gjørt seg inn á KT-skipanir hjá fleiri sjúkrahúsum í Bretlandi. Tað vátta heilsumyndugleikarnir í landinum fyri enska blaðnum, The Guardian.

Fleiri sjúkrahús í Bretlandi vórðu eftir øllum at døma rakt samstundis. Sjúkrahúsini hava útsett allar avtalur og viðgerðir, sum ikki hava skund, har tað ikki stendur um lív.

Greinin heldur fram niðanfyri

Neyðugt hevur verið at sløkkja allar KT-skipanir á sjúkrahúsum í Bretlandi fyri at verja ímóti álopunum frá teldusníkunum, so álopið ikki elvir til meira skaða enn neyðugt.

Álopið hjá teldusníkunum ávirkar ikki bara avtalur og viðgerðir á sjúkrahúsunum. Í løtuni kunnu sjúkrahúsini heldur ikki brúka telefonirnar, sum eru tengdar í netið, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454