Ritualið má broytast

Ritualið má broytast
Skal ritualið, sum er er frá 1938, brúkast til at signa samkynd í Føroyum, má ritualið broytast og løggildast av nýggjum
Fólkakirkjan kann ikki signa hjúnabandið hjá samkyndum, sum eru borgaraliga vígd, sama, hvat verður lagt í ritualið, sum kirkjan brúkar, tá borgaraliga vígd hjún verða signað
 
18.05.2017 - 14:47

Fólkakirkjan kann ikki signa hjúnabandið hjá samkyndum, sum eru borgaraliga vígd, sama, hvat verður lagt í ritualið, sum kirkjan brúkar, tá borgaraliga vígd hjún verða signað.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi, hvat í ritualinum kann forða presti at signa eitt hjúnalag millum til dømis tvær kvinnur.

SÍ EISINI Løgtingsnevnd tekur undir við lógarbroyting

Landsstýriskvinnan sigur, at ikki ber til seinni at lesa ein týdning inn í eina lógaráseting, sum ikki bar til, ella sum var óhugsandi, tá ásetingin varð gjørd.

Ritualið er frá 1938 og tá vóru samkynd hjúnabond ikki til. Skal ritualið brúkast til samkynd eisini, má tað broytast og løggildast av nýggjum.

Galdandi ritual kann ikki brúkast

Rigmor Dam vísir eisini á skriftstøðini, sum eru greið dømi um, at orðalagið í ritualinum er ætlað at signa hjúnalag millum mann og kvinnu einans. 

Harafturat er rætt og slætt ikki loyvt at brúka eitt ritual til annað endamál enn tað, sum tað er løggilt til. 

Tí er útilokað, at prestur kann brúka galdandi ritual til at signa borgarliga stovnað hjúnalag millum eitt nú tvær kvinnur, svarar Rigmor Dam Helga Abrahamsen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087