Minst 20 særd eftir bumbuspreinging

Minst 20 særd eftir bumbuspreinging
Eingin hevur átikið sær ábyrgdina fyri einari spreinging á einum sjúkrahúsi í teilendska høvuðsstaðnum á ársdegnum fyri hernaðarkvettið í 2014
Løgreglufólk í forhøllini á Phramongkutklao-sjúkrahúsinum í Bangkok, har ein bumba sprongdist og særdi minst 20 fólk
Mynd: AP  
 
22.05.2017 - 09:48

Í minsta lagi 20 fólk eru særd av eini bumbuspreinging á einum sjúkrahúsi í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok. Tað upplýsir teilendska løgreglan.

Bumban brast á trý ára degnum fyri hernaðarkvettið í 2014. Eingin hevur átikið sær skyldina av spreingingini á sjúkrahúsinum, sum fyrst og fremst pensjóneraðir heryvirmenn nýta.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ein talsmaður fyri stjórnina sigur, at 24 fólk eru særd. Battarí og leidningar eru funnin á staðnum, og hildið verður, at tey hava verið nýtt til at gera bumbuna.

Teiland hevur verið syndrað síðani hernaðarkvettið 22. mai í 2014. Fyri einari viku síðani brast ein bumba uttan fyri tjóðleikhúsið í Bangkok. Tvey fólk vórðu særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558