Minst 22 deyð í spreinging

Minst 22 deyð í spreinging
Fleiri børn eru millum tey deyðu eftir eina bumbuspreinging á einari konsert í Manchester mánakvøldið
Bumban brast í Manchester Arena um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert
Mynd: AP  
 
23.05.2017 - 08:45

Talið deyðum eftir bumbuspreingingina í Manchester í gjárkvøldið er nú komið upp á 22, í minsta lagi 59 fólk eru særd. Millum teirra, sum doyðu, eru fleiri børn, skriva tíðindastovurnar.

Bumban brast í Manchester Arena um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert.

Greinin heldur fram niðanfyri

Upptøkan omanfyri: Soleiðis ljóðaði tá bumban brast

Bretska løgreglan sigur nú, at spreingingin verður kannað sum ein sjálvmorðsatsókn, og bumbumaðurin eisini er deyður.

Theresa May, forsætisráðharri, hevur boðað til fundar fyrrapartin um trygdarviðurskiftini í Bretlandi. Hon sigur, at talan er um eitt andstyggiligt álop.

Steðgur í valstríðnum

Parlamentsval verður í Bretlandi 8. juni, og ein talsmaður fyri konservativa flokkin sigur, sambært BBC, at Theresa May fer at hava ein steðg í valstríðnum eftir bumbuatsóknina í gjárkvøldið.

Aðrir politikarar ætla eisini at hava ein steðg í valstríðnum. Ein sjónarváttur, sum var á konsertini í Manchester í gjárkvøldið, sigur, at spreingingin var ógvuslig.

- Vit vóru á veg út, og tá vit komu til dyrnar, var ein stór spreinging. Alt var ein ruðuleiki, fólk róptu og skríggjaðu og tustu í allar ættir, sigur Catherine Macfarlane við Reuters.

SÍ EISINI Yvirlit: Yvirgangsálop í Evropa síðstu tvey árini

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at bretska løgreglan hevur eisini tætt samband við útlendskar fregnartænastur.

Manchester Arena, sum er í miðbýnum í Manchester, er bygd í 1995, og kann hýsa 21.000 áhoyrarum. Konsertin við Arianu Grande var júst liðug, tá spreingingin var.

Amerikanska sangkvinnan fekk ongan skaða. Sambært BBC News hevur Ariana Grande avlýst allar konsertir, sum hon skuldi hava í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958